Thiago Alcantara (Mynd: EPA)

FC Bayern flongdi Arsenal

Niels Petersen

15.02.2017 - 22:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Aftur í kvøld sóu vit eitt lið, sum varð fullkomuliga spælt út av vøllinum í Champions League. Hesaferð var tað FC Bayern sum knústi Arsenal 5-1 í München. Sostatt verður tað sera torført hjá Arsenal at innheinta munin, sum faktiskt bara bleiv til fýra mál. Á heimavølli vann Real Madrid eisini í kvøld, tá Napoli var á vitjan. Real Madrid vann 3-1.

Arsenal fekk endað fyrsta hálvleik við at vera eitt sindur omaná, men tá liðini komu á vøllin aftur til seinna hálvleik, tyktist tað sum um at Arsenal leikararnir heilt høvdu gloymt hvussu man spælur fótbólt. FC Bayern spældi leikandi lætt runt við Arsenal leikarunum, og tað má hava verið ræðuligt fyri ensku leikararnir, sum onki fingu at virka.

Sigurin var ikki eitt einasta mál ov lítil, og tað má sigast at vera heldur løgið, tí talan er um eitt topplið í Premier League.

Í spanska høvuðsstaðnum vann Real Madrid 3-1 móti Napoli, og hatta eina útivallarmálið kann vísa seg at fáa stóran týdning fyri Napoli, tá liðini skulu hittast í Italia um tvær vikur. Men Real Madrid hevur tó leiklutin sum favorittur, tí Napoli má loypa á í Italia, og tá er pláss hjá Crstiano Ronaldo og Karim Benzema at renna kontraálop. Nakað teir plaga at klára rættuliga væl.

Úrslit:

FC Bayern - Arsenal 5-1 (1-1)

1-0: A. Robben (11.)
1-1: A. Sanchez (30.)
2-1: R. Lewandowski (53.)
3-1: Thiago (56.)
4-1: Thiago (63.)
5-1: T. Müller (88.)

Real Madrid - Napoli 3-1 (1-1)
0-1: L. Insigne (08.)
1-1: K. Benzema (19.)
2-1: T. Kroos (49.)
3-1: Casemiro (54.)