(Mynd: EPA)

FC Keypmannahavn vann sær gott útgangstøði til returdystin

Niels Petersen

16.02.2017 - 20:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

FC Keypmannahavn var undir trýsti tá liðið vitjaði Ludogrets í Europa League í kvøld. Men við einum effektivum innsatsi eydnaðist tað at vinna dystin 1-2. Sostatt vunnu danir sær gott útgangstøði undan returdystinum, sum verður spældur í Keypmannahavn um tvær vikur.

FC Keypmannahavn kom longu á odda í øðrum minutti, eftir at heimaliðið gjørdi sjálvmál. Hetta var einsamalla málið í fyrra hálvleiki.

Danska liðið fekk eisini eina góða byrjan á annan hálvleik, og tá átta minuttir vóru spældir stóð 0-2 á máltalvuni, hetta var ikki heilt í tráð við leikgongdina, tí heimaliðið hevði bóltin nógv meira, og høvdu eisini væl fleiri málroyndir. Men tá eitt lið ikki gagnýtir sínir møguleikar, so hendir øgiliga ofta at mótstøðuliðið í staðin fer í mótálop.

Ludogrets fekk tó eitt mál, tá níggju minuttir írestaðu av vanligari leiktíð, og tað pintar eitt sindur uppá úrslitið. Men skal Ludogrets spæla seg víðari til áttandapartsfinalurnar, so skulu teir vinna við minst tveimum málum í Danmark. Tað ber eisini til, men samstundis mugu teir halda FCK frá at skora nakað sjálvir. Hvussu tað fer at ganga verður spennandi at fyglja við.

Tá allir dystirnir í kvøld eru spældir leggja vit øll úrslitini út.

Í løtuni spælur Manchester United tildømis á heimavølli móti franska liðnum Saint-Etienne.