Frá FM-kappingini í Counter-Strike (Mynd: Sverri Egholm)

FCK ætlar at fylla Parkina við e-sport



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.01.2017 - 13:13

Mentan > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Á tíðindafundi í Parken í Keypmannahavn í morgun, boðaði stóra fótbóltsfelagið í býnum, FC København, frá, at tað saman við Nordisk Film hevur keypt eitt lið, sum spælir telduspælið Counter-Strike GO. Liðið skal hereftir bera navnið North, fær eitt búmerkið, ið minnir um FCK-leyvuna, og spæla móti teimum bestu í e-sport kappingum, sum er ein ’ítróttagrein’ í stórum vøkstri.

- Vit ætla at fylla Parkina. Tað ynskja vit altíð at gera, óansæð um tað er fótbóltur ella okkurt annað, sum vit fara uppí, og tí ætla vit eisini at fáa tær heilt tóru kappingarnar í e-sport til Keypmannahavnar, segði stjórin í FC København, Anders Hørsholt.

- E-sport tekur stór lop framá í hesum tíðum, bæði handilsliga (kommersielt) og ítróttaliga. Tí er tað av týdningi hjá okkum at vera við, sigur stjórin, sum eisini ásannar, at nýggja átakið hjá felagnum, nokk kemur at kosta tey fyrstu árini.

North fer í fyrstu atløgu at snúgva seg um spælið Counter-Strike GO, men ætlanin er eisini at felagið skal gera seg galdandi innan onnur telduspøl seinni.

Counter-Strike verður eisini íkðað í Føroyum. Herfyri varð føroyameistarakapping hildin í samstarvi við Vodafone. Sí: FM í Counter Strike 2016