Dysturin mátti støðgast í 20 minuttir orsakað av nógva mjørkanum í Kekkia (Mynd: EPA)

FCK enn eitt stig í mjørkanum

Ingi Samuelsen

20.10.2017 - 07:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir at hava spælt tvær ferðir 0-0 eydnaðist tað danska luttakaranum í Europa League, FC København, at skora í gjárkvøldið.

Men eisini triði dysturin endaði javnt, 1-1. FC København var á vitjan hjá Zlín í Kekkia, og tað mest sermerkta við hesum dystinum var tann tjúkki mjørkin, ið hekk yvir leikvøllinum. Tað var so túkt eitt skifti, at dómarin valdi at støðga dystinum í 20 minuttir.

Eisini hin dysturin í bólkinum, FC Shefiff og Lokomotiv Moskva, endaði við 1-1, og støðan í bólki F er nú, at Lokomotiv er á odda við 5 stigum, FCK og Sheriff hava 3 og Zlín 2 stig.

Einki av norðurlendsku liðunum megnaði at vinna í gjár. Östersund úr Svøríki spældi 2-2 heima móti Atletico Bilbao, men varðveitti oddasessin í bólki J.

Rosenborg úr Noregi tapti 3-1 í St. Petersburg móti Zenit og liggur nú á triðja plássi í bólki L eftir Zenit St. Petersborg og Real Sociedad.