FCK hevur eina sera torføra uppgávu fyri framman í februar, tá Atletico Madrid er á skránni. (Mynd: EPA)

FCK skal hitta Atletico Madrid

Agnar Frederiksen

11.12.2017 - 12:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nú er greitt, hvørji lið hittast í 16-partsfinalunum  í Evropa League. 32 lið eru eftir, og nú er kastað lut um hvussu spælt verður, tá kappingin byrjar aftur í februar


Borussia Dortmund – Atalanta
Nice – Lokomotiv Moskva
FCK – Atletico Madrid
Spartak Moskva – Atletico Bilbao
AEK – Dynamo Kiev
Celtic – Zenit
Napoli – RB Leipzig
Reyða Stjørna – CSKA Moskva
Lyon – Villareal
Sociedad – Salzburg
Partizan Beograd - Viktoria Plzen
Steua Bukarest – Lazio
Ludogorets – AC Milan
Astana – Sporting Lissabon
Östersunds – Arsenal
Marseille – Braga

(Liðið ið stendur frammanfyri hevur heimadyst fyrra dystin)

Tað verður sostatt ein sera trupul uppgáva hjá donsku meistarunum í februar, tá spanska stórliðið bíðar. Svenska sensatiónsliðið  Östersunds, ið spældi í fjórðbestu deildini fyri seks árum síðani, fær stóru uppgávuna at basa Arsenal.
Tað eru nógvir spennandi dystir á skránni, og teir verða avgreiddir 15. og 22. februar.