Seksæringurin Stjørnan

Feðgar á ferð umborð á gomlum seksæringi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.06.2018 - 08:57

Mentan > Mentan > Frítíð

Í middegi byrjar ferðin heim hjá feðgunum báðum Sjúrða og Guðmundi Norðbúð.

Guðmundur Norðbúð, ið er 28 ára gamal, hevur seinastu árini búð í Fredrikstad í Norra, har hann hevur lært til bátasmið. Fyri seks árum síðan keypti hann eina gamla skútu, sum hann setti sær fyri at umvæla. Skútan hevur nú fingið navnið Stjørnan og er klár at sigla heim. 

- Eg keypti seksæringin í 2012 og fann útav, at talan var um eitt gamalt grønlandsfar, sum er bygt í 1959. Nógvir eldri menn kendu bátin aftur og fortaldu mær, at báturin var at kalla fast inventar í Føroyingahavnini gjøgnum øll 60'ini, fortelur Guðmundur.

Orsøkin til, at Guðmundur velur at sigla bátin heim nú, er, at hann er liðugt útlærdur sum bátasmiður og ætlar sær at byrja egna verksmiðju í Føroyum. 

- Marknaðurin er kanska ikki so stórur sum aðrastaðni, men hjartað dregur. Hetta er tað eg brenni fyri at gera, og eg ynski at royna meg í Føroyum við egnari verksmiðju, sigur hann. 

Feðgarnir ætla sær at taka sær góða tíð og gera ein ordiligan túr burturúr ferðini heim, so teir vænta at vera heima um miðjan juli. 

Tað ber til at fylgja við á túri teirra her.