Jógvan Páll Lassen (Mynd: Sverri Egholm)

Fegnast um fríkenningina

Jens Hákun Leo

16.06.2018 - 06:02

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Eftir at dómur var fallin í tí sonevnda Øksarmálinum í gjárkvøldið, fingu vit orðið á verjuadvokatarnar hjá teimum báðum ákærdu í málinum, sum nú eru funnir sekir í at hava framt grovan harðskap eftir grein 246 í revsilógini.

Jógvan Páll Lassen, verjin hjá tí 22 ára gamla manninum – sum svingaði við einari øks niður í ein annan mann 16 ferðir tann 6. mai í fjør á Íslandsvegnum í Havn –, var eftir umstøðunum væl nøgdur við dómin.

Jógvan Páll Lassen var tá serliga væl nøgdur við, at klienturin hjá honum ikki varð dømdur fyri morðroynd eftir grein 237 í revsilógini, so sum ákærin annars hevði skotið upp.

”Eg eri glaður fyri fríkenningina (fyri morðroynd). Tað má eg siga, men eg vildi helst eisini sloppið undan grein 246, sum er rættiliga ógvuslig”, segði Lassen, sum legði aftrat, at ”hetta var nú ein dómur, sum man hevði væntað.”

Hetta var tann besta revsingin hann kundi fáa
Lassen helt víðari fyri, at hetta var ein hørð revsing fyri tann 22 ára gamla mannin, men at hetta allíkavæl var tann besta revsingin fyri mannin, sum nú kann fáa ta neyðugu hjálpina fyri tær sálarligu avbjóðingarnar, sum hann hevur havt.

22 ára gamli maðurin varð dømdur ein viðgerðardóm – á eina psykiatriska deild – í óásetta tíð. Hann kemur at sita dómin niðri, og kann dómurin eftirmetast og eventuelt styttast, um hann ger framstig.

Kann liva við einum fongsulsdómi á fýra ár
Óli Jákup Kristoffersen, sum var verji hjá tí 24 ára gamla manninum, helt fyri við portal.fo í gjárkvøldið, at hann eftir umstøðunum kann liva við fongsulsdóminum á fýra ár. Hann helt eisini fyri, at tað var fínt, at klienturin hjá honum ikki varð dømdur fyri drápsroynd eftir grein 237 í revsilógini.

Tann 24 ára gamli maðurin varð eins og besti vinmaður hansara, sum hann ikki hevur havt loyvi at tosa við undir allari rættarsakini, dømdur fyri grovan harðskap eftir grein 246 í revsilógini.

Hetta var ikki tað, Óli Jákup Kristoffersen hevði vónað:

”Nei, eg hevði vónað, at hann fór at verða dømdur eftir grein 245 (sum hevði givið eina mildari revsing), men hetta er til at liva við. Viðvíkjandi tí, at klienturin hjá mær fekk eina fongsulsrevsing á fýra ár, so er tað at siga, at tað var fínt, at hann ikki fekk fimm ár í fongsli, so sum ákærin ynskti”, segði Kristoffersen, ið sjálvur setti fram ynski um eina fongsulsrevsing á 2-2.5 ár.

Kristoffersen og tann 24 ára gamli maðurin ynskja at nýta hesar næstu dagarnar at hugsa seg um, áðrenn teir taka støðu til, um teir fara at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.