Feilur í eluppgerðum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 10:15

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almenn umsiting

Elkundar hjá Sev, sum hava sjálvirkandi GS-avtalu í bankunum, fáa skeiva saldo upplýsta í sjálvavgreiðsluni hjá Sev og í uppgerðini 01.08.2017-31.08.2017, sum er viðfest rokningini, sjálvt um pengarnir fyri síðstu elrokning eru goldnir av bankakontu hjá kundunum.

Hetta boðar Sev frá í dag.

Orsøkin er, at ein tøknifrøðiligur trupulleiki er í sambandinum millum Sev og GS-skipanina, soleiðis at Sev ikki hevur móttikið pengarnar frá GS-skipanini.

Viðurskiftini eru við at koma í rættlag aftur. Kundar kunnu fylgja við í sjálvavgreiðsluni á heimasíðuni hjá Sev. Kundanummar og loynital til sjálvavgreiðsluna standa á øllum eluppgerðum.