Uppteljingin á Nabb í Havn. Mynd: Jens Kr. Vang.

Feilur seinkaði uppteljingina á Eiði

Hallur av Rana

19.06.2015 - 16:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tá spenningurin var uppá tað hægsta í gjárkvøldið, og ábendingar vóru um, at Tjóðveldi fór at vinna Havnina og harvið møguliga valið, var tað tó ikki bara endaliga úrslitið í Havnini, ið manglaði.

Fólk sótu nevniliga enn og bíðaðu eftir úrslitinum í Eiði, ið hevur orð á sær at vera ein tjóðveldisháborg. Tað var eisini um reppið, at úrslitið úr Havnini, har 7.980 fólk greiddu atkvøðu, varð kunngjørt áðrenn úrslitið í Eiði, har 323 fólk greiddu atkvøðu.

Portalurin fekk orðið á formannin í valnevndini á Eiði, Regin Ellingsgaard, fyrr í dag, og spurdi hvat var á vási í gjárkvøldið.

- Tað sum hendi, var at vit valdu rættleika framum skjótleika. Í uppteljingini funnu vit ein feil. Talan var um ósamsvar millum valkort og vallistan, tað vil siga hvussu nógvar atkvøður vóru og hvussu nógv fólk vit høvdu skrásett at hava verið á vali. Tað tók eina løtu at finna tann feilin og rætta hann.

Tey í valnevndini vóru ikki vitandi um, at fólk kring landið sótu og bíðaðu eftir úrslitinum á Eiði. Formaðurin í valnevndini lovar tó, at tað ikki skal ganga líka leingi næstu ferð.

- Vit í valnevndini vóru upptikin við at arbeiða. Vit vistu ikki av nøkrum fyrr enn telefonirnar byrjaðu at ringja, men tað gjørdi einki annað enn at seinka arbeiðið meira, tí tað bara forstýraði.

- Vónandi gongur tað skjótari næstu ferð, men hetta gjørdi tað bara eitt sindur meira spennandi.