(Mynd: Olaf Olsen Photography)

Feitastu bilar 2017 skulu nú finnast



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

18.05.2017 - 19:04

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Bilar

Nú er aftur tíðin komin at velja Føroya feitastu bilar í 2017. Seinast vann tann svarti Mercedes 320 Cdi, og tað hvíta djórið, Mercedes AMG S65, vann áskoðaravirðislønina.

Tiltakið verður á Torginum í SMS 12. juni, har útvaldir bilar fara at standa alla vikuna frammanundan.

Fyriskipararnir heita á fólk við brennievni í blóðinum um at senda myndir inn av sínum feitu bilum. Bæði av nýggjum og gomlum.

Sum undanfarin ár døma Sofus, Maggi og Óli. Teir hava sæð fleiri nýggjar feitar bilar í landslagnum, og teir gleða seg til at síggja teir up close á Torginum, siga fyriskipararnir.

Soleiðis ber til at luttaka:
Upplýs slag, árgang, motor, og hvørjar broytingar eru gjørdar. Og hava tit hoyrt um ella sæð onkran bil, sum tit avgjørt halda, skal við, so gevið endiliga eitt prei.

Myndir kunnu sendast inn í privatum boðum á Facebook-bólkinum hjá SMS, SMS á netinum, á e-post sms@sms.fo, ella tit kunnu ringja til marknaðardeildina í SMS, telefon 341910.