Ein væl nøgdur Heri Højsted á bryggjuni í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Fekk 220 punds kalva við snellu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

07.06.2018 - 23:20

> Tíðindi > Føroyar

Útróðarbáturin Sjóbúgvin úr Funningi kom í kvøld á Leirvík, og í stýriborðsíðu hekk ein stórur kalvi.

Tað var funningsmaðurin Heri Højsted, sum hevur verið til útróður norð vestur úr Mýlingi, og fiskiskapurin hevur verið brúkiligur.

- Hetta var triðja døgni, og eg havi fingið knapt 4.000 pund, harav 2.000 pund er góður toskur, og umleið 1.500 pund er upsi, upplýsir ein væl hýrdur Heri Højsted á keiini í Leirvík í kvøld.

Afturat veiðuni var ein stórur kalvi, sum var mettur at vera 2,10 metrar langur, og at hava eina vekt á 220 pund.

Heri fekk hendan stóra kalvan við snellu, og megnaði ikki at fáa hann umborð sjálvur hóast hann baksaðist leingi við tað.

Tá ið Sjóbúgvin kom á Leirvík, var endi koyrdur um stertin á kalvanum, og hann varð lyftur upp á land við krana.

Endaligu vektina og støddina fær Heri at vita í morgin, tá ið veiðan verður landað.

Sjóbúgvin er ein 44 føtur Aqua Star, sum er longur síðan báturin varð bygdur. Tað í sær sjálvum er ikki óvanligt fyri hesar bátarnar, men Sjóbúgvin er tann størsti av sínum slag.

Heri Højsted leggur afturat, at Sjóbúgvin tekur 11 kassar, meðan hinir taka nýggju.

Tá ið veiðan er landað, og Heri hevur tikið ís í Leirvík, fer hann aftur til útróðrar.

Sí myndir her