(Mynd: Eydbii myndir/KÍ)

Fekk bjóðað venjarastarv í Noregi: Mikkjal fer ongan veg

Sverri Egholm

12.11.2016 - 19:03

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í gjár kom undan kavið, at Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, hevði fingið boðið venjarastarv hjá stórum liði í Noregi.

Tað var in.fo, sum visti at siga, at felagið spældi antin í bestu ella næstbestu norsku deildini. Hetta váttaði Annfinn Gaard, umboðsmaður hjá Mikkjali Thomassen.

Men sambært Norðlýsinum verður Mikkjal verður verandi í Klaksvík.

Hann sigur við lokalmiðilin at hann heldur seg hava tað mest spennandi venjarastarvið í Føroyum, har málið er at gera KÍ til eitt støðugt topplið.

- Hóast eg havi fingið eitt kronkret tilboð úr Noregi, so havi eg tikið avgerð um at halda fram í KÍ, sigur hann við Norðlýsið og leggur afturat, at hann trívist ótrúliga væl í Klaksvík.

Mikkjal Thomassen gjørdist venjari hjá KÍ í 2015, og longdi í heyst sáttmálan heilt til 2019.