Mynd: Pætur Skeel Nolsøe

Fekk selfie við Ronaldo á Tórsvølli

Sverri Egholm

10.10.2016 - 20:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Júst sum dysturin millum Føroyar og Portugal skuldi byrja, kom ein áskoðari rennandi inn á vøllin. Hann fór beint yvir til Ronaldo sum stóð tætt við miðjuna og tók telefonina fram.

Og mín sann um hann ikki eisini fekk eina selfie saman við heimsstjørnuni, Ronaldo.

Tað er sæð fyrr, at Ronaldo er vinarligur móti fólki, sum koma inn á vøllin og ynskja at fáa eina selfie. Men at tað skal henda á Tórsvølli er rættiliga stuttligt.

Áskoðarin var rikin av vøllinum stutt eftir hesa serligu myndatøkuna mitt á Tórsvølli ein mánadag í oktober.