Felags stuðul til livandi tónleik í Norðurlondum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

04.11.2016 - 10:06

Tíðindi > Mentan > Tónleikur

Norðurlendsku mentamálaráðharrarnir hava valt at stuðla livandi tónleiki fyri at fáa fleiri pallar til norðurlendsk tónlistafólk.

Á norðurlendskum ráðharrafundi í hesi vikuni samtyktu ráðharrarnir í mentamálum at stuðla átaki hjá Nordisk Kulturfond at styrkja livandi tónleik í Norðurlondum.

Nordisk Kulturfond hevur sett 2 mió. krónur av um árið í trý ár, og norðurlendsku ráðharrarnir samtyktu at stuðla við einari millión krónum í 2017. Sostatt eru, í fyrsta umfari, 7 mió. kr. játtaðar til endamálið árini 2017-2019.

Stuðulin fer til 20 spælistøð og 10 festivalar, sum so skulu vera serligir norðurlendskir tónlistafyriskiparar komandi trý árini. Mett verður at fyri hesa upphædd kann skipast fyri umleið 250 konsertum við norðurlendskum listafólkum um árið, ella samanlagt fyri 750 konsertum tíðarskeiðið 2017-2019.

Endamálið er at skapa ein sterkan innanhýsis marknað fyri norðurlendskar tónleikarar fyri at styrkja marknaðarstøðuna, menna tónlistarligu dygdina, økja samstørv millum norðurlendskar tónleikafyriskiparar og stimbra samleikaskapandi íkasti frá norðurlendskum tónleiki.

Stuðulin fer til tónleikafyriskiparar, og kravið er at tónlistafólkini verða goldin sum yrkislistafólk. Málbólkurin er tónleikarar og bólkar, sum eru viðurkend í egnum landi og verða mett at hava møguleika fyri altjóða gjøgnumbroti.

Fíggjarligu umstøðurnar hjá tónleikarum eru nógv broyttar seinastu árini. Sølan frá innspældum tónleiki er í Norðurlondum minkað við millum 40 og 60 prosentum seinastu árini, og samstundis hevur livandi tónleikur fingið alsamt størri týdning, bæði listarliga og vinnuliga og fevnir í dag um meira enn helvtina av búskapinum hjá tónleikavinnuni.