Tórshavnar Manskór

Felagskonsert við Eystanljóði og Tórshavnar Manskóri

Tíðindaskriv

07.12.2017 - 09:43

Mentan > Tónleikur > Siðbundin tónleikur (fólkatónleikur, sálmar o.a.)

Eins og tey hava gjørt nakrar ferðir áður, seinast í 2014, hava kórini Eystanljóð og Tórshavnar Manskór aftur í ár gjørt av at vera saman um jólakonsertina. Í ár verður hon sunnudagin 10. desember, sum eisini er annar sunnudagur í advent.

Og av tí, at kórini hvør í sínum lagi vanliga hava skipað fyri jólakonsertum í sínum øki, hava kórini í ár gjørt av at hava tvær konsertir. Ta fyrru í Gøtu kirkju seinnapartin sunnudagin, og ta seinnu í Vesturkirkjuni um kvøldið.

Tað eru tvey javngomul kór, sum fara at syngja sunnudagin. Manskórið var stovnað í 1986 og hevði 30 ára stovningardag í fjør, og Eystanljóð varð stovnað í 1987, og hevði tí 30 ára stovningardag í ár.

Tað var russiski tónleikalærarin, André Demidoff, sum stovnaði kórið undir kvøldskúlaskipanini í Gøtu kommunu í 1987, og hann stjórnaði eisini kórinum fyrsta árið. Tá hann fór frá, tók Bjarni Restorff, sum hevur verið kórleiðari hjá Tórshavnar Manskóri síðan kórið var stovnað, við. Bjarni hevur stjórnað Eystanljóði í tveimum umførum, í tilsamans sjey ár. Síðan tað hava fleiri aðrir kórleiðarar leitt Eystanljóð, til Leif Hansen, sum hevur verið leiðari seinastu mongu árini, tók við. Tað er eisini hann, sum stjórnar kórinum nú.