Adrian Rúnason Justinussen, ið her er í luftdysti við Hanus Jacobsen hjá Víkingi, skoraði í dag tvey frísparksmál í Sarpugerði; toppskúttin i deildini avgjørdi harvið dystin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Feløgini úr Gundadali renna undan

Agnar Frederiksen

13.05.2018 - 19:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Tað eru havnarfeløgini í topp-fimm, ið hava viðvind i løtuni. HB og B36 nærkast bæði tíggju sigrum á rað í lands- og steypakapping, og liðini norðanfyri og eystanfyri, ið øll eru úti av steykappingini, stríðast fyri at fylgja við.

Í dag vann HB í Norðagøtu, KÍ og NSÍ fingu eitt stig í part í Klaksvík, og B36 setti Skála uppá pláss í Gundadali.

Oddaliðið HB var á vitjan í Sarpugerði, og HB heldur fram við frálíku gongdini. HB var í dag uttan leikbannaða Símun Samuelsen, men ein frísparkssnillingur við fortíð í Víkingi avgjørdi dystin fyri HB.

Tað var skjótt, at HB legði seg á odda. í 10.minutti gjørdi Hans Jørgen Djurhuus fríspark beint uttanfyri brotsteigin eitt sindur til høgru, og so gjørdi Adrian Rúnason Justinussen eins og hann gjørdi tvær ferðir ímóti AB: Hann sendi bóltin beinleiðis og elegant í netið.

Tað tók ein lítla løtu, áðrenn Víkingur ordiliga kom fyri seg, men í 25.minutti svaraði heimaliðið aftur. Eftir eitt væl spælt álop varð lagt útfrá úr vinstru, og so setti Heðin Hansen bóltin kontrolerað við innaru síðu niður í longra málhorn frá brotsteigarmarkinum. Víkingur legði nógv fyri í royndini at leggja seg á odda, men í yvirtíðini sló ein ungur gøtumaður aftur til fyri HB. Hesaferð var talan um fríspark úr vinstru og longri burtur frá málinum, men toppskjúttin í Betri-deildini smekkaði bóltin í longra málhorn. Eitt framúr mál og eingin møguleiki hjá Eliasi Rasmussen, og so var 2-1 í hálvleikinum.


Hetta skuldi vísa seg at verða avgerandi málið. Víkingur stríddist fyri at javna, og ímóti endanum av dystinum varð Atli Gregersen sendur fram í álopi. Men hóast m.a ein stóran møguleika til Andreas Lava Olsen, so helt oddaliðið fast, og HB hevði eisini vandamiklar støður í umstillingum.

HB vann sjeynda sigurin á rað í Betri-deildini, og níggjunda dystin á rað, um ein telur steypakappingin við. Liðið hjá Heimiri Guðjónssyni, har Adrian í løtuni gongur á odda, er fremsti FM-biðilin í løtuni. Víkingur spældi enn einaferð ein tættan dyst, men hesaferð koppaði tað ikki til fyrimuns fyri føroyameistaran, ið nú hevur átta stig upp til HB.

Víkingur - HB 1-2(1-2)
Adrian Justinussen 0-1
Heðin Hansen 1-1
Adrian Justinussen 1-2

NSÍ megnaði at bjarga sær eitt stig við heim úr Klaksvík, tá KÍ tók ímóti í einum lykladysti. Tað vóru nógvir nærdystir og fáir málmøguleikar við Djúpumýru í 1.hálvleiki. NSÍ var meira ágangandi í byrjanini, men sum hálvleikurin leið setti KÍ seg meira á spælið. Liðini høvdu ein góðan møguleika í part, og NSÍ fekk eitt mál kolldømt, tá Pól Jóhannus Justinussen varð dømdur fyri rangstøðu.

Tað var meira lívligt frá byrjan í 2.hálvleik. KÍ hevði sett Jóannes Bjartalíð, ið var smáskaddur, og Ísak Simonsen, ið júst er komin ordliga aftur frá skaða, á vøllin. Hetta var við at geva KÍ meira tyngd, og í 54.minutti legði heimaliðið seg á odda. Jákup B. Andreasen vann bóltin inni á NSÍ-hálvuni, hann sendi Boris Dosljak avstað, ið úr heldur spískum vinkli, einsamallur við Tórði Thomsen, setti bóltin elegant í málið.

Løtuna eftir málið var KÍ greitt omaná, har Jóannes Bjartalíð m.a hevði ein risa møguleika. NSÍ kom tó væl fyri seg, og royndi at leggja trýst á. Tað haltaði tó við at skapa upplagdar málmøguleikar, men smáar tíggju minuttir fyri leiklok javnaði útiliðið. Eftir hornaspark kom bólturin útfrá, Einar Tróndargjógv smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og umvegis eitt KÍ-bein fór bólturin í málið, og snýtti Kristian Joensen. KÍ svaraði aftur, og trýsti fyri at avgera dystin, men hóast góðar møguleikar, so eydnaðist tað ikki hjá KÍ at fáa trý stig í dag.

Fjórðu ferð á rað fóru klaksvíkingar av vøllinum uttan at vinna, og frástøðan til HB økist. Tað ger hon eisini hjá NSÍ, ið hevur átta stig upp. Javnleikurin kann tó undir umstøðunum vera góðkendur hjá runavíkingum.


KÍ - NSÍ 1-1(0-0)
Boris Dosljak 1-0
Einar Tróndargjógv 1-1

Í seinasta dystinum í dag endaði tað við málveisltu í Gundadali. Tað var B36, ið helt málveislu, og Skála ið var treyðugir gestur. Útiliðið kom annars væl frá fyrstu stóru 25 minuttunum. Skála helt B36 væl frá málmøguleikum, og hevði onkran góðan møguleika eftir umstilling. Skála hevði fýra cleen-sheet, og hevði bert latið 8 mál inn í Betri-deildini undan dystinum, men seinasta stóra tíman rapaði korthúsið.

Eins og í steypadystinum ímillum liðini hósdagin so avgjørdi B36 dystin í 1.hálvleiki. Trý mál innan sjey minuttir drupu dystin, og tá tíggju minuttir vóru eftir av 1.hálvleiki var 3-0. Eli F.Nielsen legði heimaliðið á odda, og bæði tey fyrru málini komu eftir lang innkøst frá Benjamin Heinesen, og málið til 3-0 var eitt frálíkt skot uttanfyri brotsteigin frá Meinhard E. Olsen.

Broddurin var nú farin úr Skála-liðnum, og B36 spældi sera væl til tíðir, og hevði fult tamarhald. Kaimar Saag, ið hevði skorað til 2-0 í fyrra hálvleiki,skoraði innanfyri tíggju minuttir tvær ferðir, og so hevði estiski leikarin gjørt hattrick. Harvið er hann, saman við Meinhardi á deildum 2.plássið á toppskjúttalistanum. Báðir B36-leikararnir hava skorað sjey mál. Edvin Jacobsen fekk pyntað um úrsliti fyri Skála ímóti endanum, men liðið hjá Eyðuni Klakstein má ásanna, at í løtuni eru teir við í botnstríðnum. B36 er hinvegin sera væl við í oddinum. Við sigrinum trekkja Jákup á Borg og co. frá KÍ, Víkingi og NSÍ, og halda sambandið við HB. 8.sigurin á rað hjá B36, tá steypakappingin er íroknað.

B36 - Skála 5-1(3-0)
Eli Falkvard Nielsen 1-0
Kaimar Saag 2-0
Meinhard E. Olsen 3-0
Kaimar Saag 4-0
Kaimar Saag 5-0
Edvin Jakobsen 5-1

Suðringar vunnu 3-0 í Sørvági, og AB vann 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Les meira um teir dystirnar her: http://portal.fo/taettari+i+botninum+eftir+10umfar.html

Støðan eftir 10. umfar:
1. HB (25 stig)
2. KÍ (20 stig)
3. B36 (19 stig)
4. Víkingur (17 stig)
5. NSÍ (17 stig)
6. Skála (11 stig)
7. EB/Streymur (10 stig)
8. TB/FCS/Royn (10 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (1 stig)