Feminist á blusuni elvdi til kjak



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

07.03.2018 - 17:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Ein blusa hjá Sonju Jógvansdóttir hevur elvt til kjak í løgtinginum. Nú ætlar Páll á Reynatúgvu og foemansskapurin í løgtinginum at gera greiðar reglur fyri, hvussu løgtingslimir skulu vera klæddir.

Páll á Reynatúgvu sigur við Kringvarpið, at hann hevði havt tað trupult at góðtikið um onkur gekk við blusu við orðinum “nasist”.

Á blusuni hjá uttanflokkatingkvinnuni, sum nú hevur elvt til kjak, stóð stórt “Feminist”, men hetta var ikki nakað hon hugsaði um

Hevði eg vitað, at hatta fór at skapa eina yvirskrift, so var eg kanska bara farin í eina aðra ljósareyða blusu, sigur Sonja Jógvansdóttir við Kringvarpið.