Pauli Trond Petersen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fer at heita á løgtingið um at taka órinið frá sær



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

10.10.2017 - 21:51

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

- Sum løgtingslimur fari eg sjálvandi at heita á Føroya Løgting um at taka órinið frá mær í hesum máli, so eg kann taka fulla rættarliga ábyrgd og revsing á meg samsvarandi ferðslulógini.

Tað skrivar Pauli Trond Petersen, løgtingslimur fyri Tjóðveldi og borgarstjóri í Vestmanna kommunu á Facebook í kvøld.

Hann var um vikuskiftið tikin fyri rúsdrekkakoyring eftir at hann hevði verið í 70 ára føðingardegi. Pauli Trond Petersen skrivar í kvøld, at hann hevði verið í 70 ára føðingardegi og hevði drukkið nakrar øl.

- Tá kvøldið var komið at enda, valdi eg tíverri at seta meg handan rattið í bili mínum og koyrdi heim til mín sjálvs. Eg veit væl, at tað ongantíð er rætt at koyra bil ella onnur akfør, eftir at ein hevur smakkað sær á. Tað finst als eingin góð umbering fyri slíkum atburði, og tí fari eg heldur ikki at royna at umbera meg ella skeivu avgerð mína.

- Síðani fari eg framhaldandi at brúka alla orku mína til á best gjørligan hátt at tæna vestmenningum sum borgarstjóri og Føroya fólki sum løgtingslimur – eins og eg eisini havi roynt at gjørt tað, síðani veljararnir fyrstu ferð sýndu mær sítt stóra álit, skrivar Pauli Trond Petersen á Facebook.

Løgtingslimir eru serliga vardir fyri dómsvaldinum, og tí skal løgtingið samtykkja at taka immunitetin ella órinið frá løgtingsliminum, skal hann revsast.

Les eisini: Løgtingslimur og borgarstjóri tikin fyri promillukoyring