- Fer beint í hjartað á børnunum

Ingi Samuelsen

03.10.2014 - 02:11

Tíðindi > List > Bókmentir

Grundgevingin fyri at laga Elini á Rógvi Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2014:

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2014 verður latin Elini á Rógvi. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at Elin hevur prógvað, at hon megnar at endurgeva barnamál og tankar á ein hátt, sum fer beint í hjartað á børnunum. Somuleiðis megnar hon at tvinna ymsar listagreinar – dans, sang.

“Í 2013-2014 hevur Elin á Rógvi, eins og undanfarin ár, verið virkin og ríkað barnamentanarpallin við barnabókini Og mamma. Málið er livandi og skemtiligt, og bókin kemur veruliga til sín rætt, tá ið hon verður lisin upp fyri børnum. Eisini hevur hon skrivað leikin Sangur í mjørka við íblástri úr ritverki Hans Andriasar Djurhuus. Hesin leikur viðger eins og bókin týðandi temu og tilveruspurningar.”

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs er 35.000 kr.