Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

Fer helst at boða løgmanni frá í kvøld

Sverri Egholm

27.02.2018 - 18:11

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Enn er ógreitt um Bjarni Hammer fer í farloyvi, men hann sigur við útvarpið, at hann helst í kvøld fer at boða løgmanni frá, um hann fer í farloyvi ella ikki.

Hann sigur við útvarpið, at hann ikki ynskir, at støðan hjá honum skal ávirka tingarbeiðið skeivan veg.

Bjørg Dam stendur í løtuni næst á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Hon fekk 115 atkvøður á løgtingsvalinum í 2015.