Savnsmynd (Mynd: Teitur Samuelsen)

Ferð komin á aftur

Sverri Egholm

28.05.2018 - 17:34

Tíðindi >

Seinastu vikuna, eru umleið 500 metrar av vegabreyt gjørd í tunlinum á Hvítanesi. Nú eru tí umleið 2 kilometrar av vegabreyt bygdir í tunlinum.

Harafturat er ferð komin á aftur at spreingja tunnilin. 24 metrar av tunli blivu sprongdir á Hvítanesi, eftir at arbeiðið við vegagerðini var liðugt. Tilsamans eru nú sprongdir 2.605 metrar á Hvítanesi.

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu 29 metrar sprongdir. Har eru tilsamans 711 metrar sprongdir.

Móti Rókini vórðu 28 metrar sprongdir. Har eru tilsamans sprongdir 507 metrar.

Samanlagt vóru 81 metrar sprongdir seinastu vikuna og nú eru 5.448 metrar sprongdir av 11.250 metrum, sum tunnilin verður samanlagt.