Mynd: TV2 Nord

Ferðandi skeldaði fólkið í móttøkuni fyri seinkingina

Sverri Egholm

15.10.2017 - 22:45

Tíðindi >

Sum heild var lagið umborð á Norrønu í gjár gott, men tað vil altíð vera onkur, sum er ónøgdur við okkurt. Norrøna fekk gjáranáttina maskintrupulleikar, og var 14 tímar seinkað í havn í Hirtshals.

- Tað var ongantíð vandi á ferð, men tað var onkur sum bleiv illur. Tað var onkur, sum fór yvir til móttøkuna at skelda fólkini, sum stóðu innanfyri, men annars var hýrurin góður. Manningin var professionell, sigur Unn Hentze við tv2nord.dk.

TV2 Nord hevur eisini prátað við Ellen Dahl Sørensen, sum eisini var sera væl nøgd við handfaringina.

- Manningin var sera blíð, og vit sluppu at eta og drekka alt tað, sum vit orkaðu. Tað var eingin, sum var súrur, ella tað vóru vit í hvussu so er ikki, sigur Ellen Dahl Sørensen, sum var umborð á Norrønu hendan túrin.

Norrøna setti í nátt kósina móti Landskrona í Svøríki, har skipið skal í dokk at umvæla maskinbrekið. Umborð eru umleið 200 ferðafólk, men tey hava fingið boðið at verða flogin heim í morginárini. Sum skilst hava nógv tikið av hesum møguleikanum, men onkur verður verandi.

Væntandi verður Norrøna í Føroyum aftur mikukvøldið ella hósmorgunin.