(Mynd: Vága Floghavn)

Ferðafólkatalið minkaði í februar – tó er vøkstur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.03.2018 - 12:27

Tíðindi > Flogferðsla

Nýggjastu tølini frá Vága Floghavn vísa, at ferðafólkatalið minkaði nógv í februar mánað. Í januar ferðaðust 19591 fólk umvegis flogvøllin, meðan talið í februar var 16659.

Men verður hugt eftir broytingini í ferðafólkatali í Føroyum í ár í mun til í fjør, so er hetta ein vøkstur. Í januar í ár ferðaðust 10,3% fleiri um flogvøllin enn í januar 2017, meðan 13,1% fleiri ferðaðust um flogvøllin í februar í ár í mun til februar 2017.

Samlaði vøksturin í ár er sostatt 11,6% í mun til fyrstu tveir mánaðirnar í fjør.