Mynd: IHF

Ferðafrásøgn: Bragdið í Algeria

Sverri Egholm

08.08.2017 - 21:54

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

H71 hevur heitt á fyrrverandi forkvinnu felagsins Sunnevu Jakobsen um at greiða frá túrinum í Algeria har hon var við sum áskoðari.

Sunneva er mamma ein av U21-hetjunum, nevniliga Hilmar Leon Jakobsen.

Omanfyri er eitt brot úr frásøgnini, men øll ferðafrásøgnin kann lesast á h71.fo her.

- Fyrsti dystur var longu dagin eftir, og spent fóru vit øll til Coupole, har Føroyar skuldu leika dyst móti Kili. Vit høvdu 20-30 minuttir at koyra við taxa, og sigast má, at ikki var lætt at samskifta við algerisku sjafførarnar. Algerar hava franskt sum sítt annað mál, og ongin av okkum dugdi franskt. Onkur hevði havt franskt í Hoydølum, men tað er sum við so nógvum øðrum, verður málið ikki brúkt, so legst tað í dvala.

- Vegirnir vóru góðir, fýra breytir at koyra á hvønn vegin, men til tíðir koyrdu minst 6 bilar síð um síð eftir vegnum, haldi tað kortini sá út til at verða eitt skipað kaos.

- Komin í høllina var stórur spenningur, veddingarfyritøkurnar høvdu spátt føroyska liðið at vera favorittar, og hetta legði sjálvandi eitt ávíst press á bæði lið og áskoðarar.

Les alla ferðafrásøgnina her