Ferðaløg úr níggju ymiskum londum vitjaðu nýggjárshaldið í Vági

Ari av Rana

02.01.2018 - 14:02

Mentan > Mentan > Frítíð

Nýggjárshaldið í Vági var, sum vanligt, sera væl vitjað. Og ímillum tey mongu fólkini, sum høvdu leitað sær til Vágs at bjóða nýggja árinum vælkomið, vóru fólk úr í minsta lagið níggju ymiskum londum.

Eftir at hava spurt seg fyri á gistingarhúsum, hevur nyggjar.com funnið fram til, at í minsta lagið 9 ymiskir tjóðskapir vóru umboðaðir til nýggjárshaldið í Vági.

Longu tíðliga í desember var greitt, at fleiri útlendingar fóru at luttaka í nýggjárshaldinum.

Av teimum mongu vitjandi í Vági, vóru tvey ymisk ferðaløg úr USA, tvey ferðaløg úr Skotlandi, og ferðaløg úr Kina, India, Italia, Fraklandi, Týsklandi, Íslandi og Danmark.

Hesi nýggju vóru skrásett at búgva á gistingarhúsum, og tí er hugsandi, at fleiri enn hesi ferðaløgini vóru til nýggjárshaldið. Summi hava møguliga búð hjá privatfólki ella leiga gjøgnum AirBnB, skrivar nyggjar.com.