Nú verður aftur trygt at ferðast til Turkalands lova ferðastovur

Ferðaskrivstovur: - Nú er aftur trygt at ferðast til Turkalands

Niels Petersen

17.07.2016 - 11:11

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Eftir miseydnaða hernaðarkvettið í Turkalandi gleða ferðastovur kring heimin seg til, aftur at senda ferðafólk til væl umtóktu ferðastøðini. Hetta skrivar Jyllandsposten.

Uttanríkisráðið í Turkalandi gav í dag grønt ljós til ferðafólkaflutning, eftir at tað ikki varð mett at vera serliga trygt í nakrir dagar. Hesi boð eru nógvar ferðaskrivstovur kring heimin sera fegnar um.

Sambært Ritzau fer Star Tour at senda 15 flogfør avstað móti Alanya og Marmaris komandi vikuna. Hetta skal ferðaskrivstovan hava sagt í tíðindaskrivi.

Jyllandsposten skrivar millum annað um, at ferðirnar til Turkalands við Bravo Tours koma í fasta legu aftur frá týsdegnum.

Ferðaskrivstovurnar eru á einum máli um, at tær vænta, at mongdin av ferðafólki sum velja Turkaland sum ferðamál skjótt fer at náa somu hæddir, sum undan kvettinum.

- Vit eru sannførd um, at kundarnir aftur fara at velja Turkaland sum sítt ferðamál. Vit náa skjótt vanliga regluseminum, sigur Stig Elling, ið er umboðsmaður fyri Bravo Tours.