Ferðast uttan pass og pening

Ingi Samuelsen

11.07.2014 - 22:22

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Ferðing
Seinnapartin fekk Heðin Mortensen, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, eina heldur óvanliga vitjan. Talan eru um Earthian, sum ferðast kring heimin fyri at varpa ljós á støðuna í Sýria.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at Earthian kom til Føroya í gjár úr Skotlandi. Og úr Føroyum ætlar hann sær leiðina til Íslands.

Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí sambært manninum í stóra gula jakkanum hevur hann ikki brúkt so mikið sum eina krónu síðani friðarferðin byrjaði á heysti 2012. Kortini hevur hann ferðast bæði í Kina, Russlandi og Miðeystri. Hann sigur seg ikki hava nortið pengar í fleiri ár, og haraftrat er hann komin inn í so at siga øll lond uttan pass. Við sær hevur hann bara ein lítlan hvítan lepa við telefonnummari og t-posti.

Earthian býr vanliga í London, men tá hann er á ferð kring heimin, hevur hann ikki fastan bústað. Hann býr ymisk støð, har hann fær ókeypis innivist. Matin fær hann eisini frá øðrum. Navnið, Earthian, hevur hann fingið sær til høvið, nú hann ferðast víða við boðskapinum um meira frið.

Sjálvur kallar hann seg ein friðarpílgrím, sum umframt at vísa á støðuna í Sýria eisini vil vísa á, at friður er einasta gongda leiðin.

Til ber at fylgja ferðini hjá Earthian á hesum bloggi: http://earthianblog.wordpress.com/