Mynd: Troll Finger Expedition

Ferðin upp á Trøllkonufingur er byrjað

Steinar Patursson

21.07.2016 - 12:54

Ítróttur > Ítróttur > Annað

Nýsælendsku fjallaklatrararnir eru nú saman við Absalon Eysturoy byrjaðir at klatra upp á Trøllkonufingur.

Jack Grindsted, Dave McKinney, Jason Blair og Absalon Eysturoy høvdu ætlað sær at byrja tíðliga í morgun, men tá vóru boðini frá skiparanum, at líkindini vóru ikki góð á sjónum, og hellan var ov vát at fara á.

Fyri einum góðum tíma síðani eydnaðist tað tó teimum at byrja longu leiðina niðan á Trøllkonufingur.

- Vit eru á helluni! Tað eydnaðist at koma av Ljómi á Trøllkonufingur, siga klatrararnir á Facebook síðu teirra.

- Lið eitt, Absalon og Jack, eru við fótin á leiðini. Lið tvey, Dave og Jase, eru undir súluni til vinstru, siga teir.

Hóast føroyingar hava verið á Trøllkonufingri fyrr, so eru nýsælendararnir í Føroyum fyri at vera teir fyrstu, ið klatra upp á Trøllkonufingur frá sjónum.

Umfrat Absalon Eysturoy, ið gjørdist fyrsti maður á Trøllkonufingri í 2012, hava teir eisini fingið hjálp og vitan frá øðrum føroyskum stað- og klatrikønum, og eisini hava teir við sær samskiftisfólk og onnur úr útlondum.