Mynd: FSF

Ferðingin kann verða avgerandi

Agnar Frederiksen

23.01.2018 - 19:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í morgin kl.11.00 verður lutakastið til nýggju Nations League kappingina hjá UEFA. Føroyar koma at vera í bólki saman við trimum londum, ið eru á nøkulunda jøvnum støðið. Liðini spæla so úti og heima ímóti hvør øðrum. Dystirnir verða leiktir í heyst.

Heimasíðan hjá FSF hevur fingið viðmerkingar frá liðformanninum og venjaranum hjá landsliðnum, um hvønn bólk teir helst ynskja at fáa:  

Eg vil helst sleppa undan at ferðast alt ov langt, tí tað kann vera strævið. Serliga tá vit skulu spæla tvær tættar dystir. So mín ynskibólkur er Makedonia, Føroyar, Liktinsten og Andorra, sigur liðskiparin á landsliðnum, Atli Gregersen, við heimasíðuna hjá FSF.

Eisini landsliðsvenjari, Lars Olsen, vildi verði ógvuliga fegin, um føroyska landsliðið kann sleppa undan langum og drúgvum ferðum í Nations League.

- Hetta eru alt javnt sterk lond, so tað er sera týdningarmikið, at orkan verður brúkt rætt. Tí vóni eg inniliga, at vit sleppa undan alt ov langum ferðum. Mín dreymabólkur er tí Makedonia, Føroyar, Liktinstein ella Malta og Andorra ella San Marino, sigur Lars Olsen.

FSF skrivar víðari um kappingina:

Mikudagin verður lutakast um, hvussu spælast skal í Nations League, ið er nýggj kapping, sum europeiska fótbóltssamgongan, UEFA skipar fyri. Øll 55 limalondini í UEFA eru við í kappingini, sum byrjar við bólkaspæli í heyst, og síðani verða play-off dystirnir á vári í 2020.

Men áðrenn sjálvir bólkarnir verða skipaðir, verða londini skipaði í deildir/divisiónir. Vinnararnir í hvørjari deild/división tryggja sær pláss til EM-endaspælið, sum verður í 2020.

Føroyar eru í 4. deild (Division D), sum sær soleiðis út
Pot 1: Aserbadjan, Makedonia, Hvítarussland og Georgia
Pot 2: Armenia, Lettlandi, Føroyar og Luksemborg
Pot 3: Kasakstan, Moldova, Liktinstein og Malta
Pot 4: Andorra, Kosovo, San Marino og Gibraltar

Føroyar koma í bólk saman við einum landi í Pot 1, einum í Pot 3 og einum landi í Pot 4. Bólkavinnararnir í hvørjar deild (Division) spæla hálvfinalu ímóti einum av hinum bólkavinnarunum í somu deild (Division). Vinnararnir í hálvfinalunum spæla síðani finalu, og vinnarin fer til EM 2020.

3. deild (Division C)
Pot 1: Ungarn, Rumenia, Skotland og Slovenia
Pot 2: Grikkaland, Serbia, Albania og Noreg
Pot 3: Montenegro, Ísrael, Bulgaria og Finnland
Pot 4: Kýpros, Estland og Litava

2. deild (Division B)
Pot 1: Eysturríki, Wales, Russland og Slovakia
Pot 2: Svøríki, Ukraina, Írland og Bosnia-Hersigovina
Pot 3: Norðurírland, Danmark, Kekkia og Turkaland

1. deild (Division A)
Pot 1: Týskland, Portugal, Belgia og Spania
Pot 2: Frakland, Ongland, Sveis og Italia
Pot 3: Pólland, Ísland, Kroatia og Holland