Ferðslutrygd: Hvar eru tankarnir, tá tú koyrir bil?



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

02.01.2018 - 09:09

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Ferðsla

Komandi tvær vikurnar fer Ráðið fyri Ferðslutrygd at minna bilførarar á at hugsavna seg um at koyra, tá teir sita við róðrið. Útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er partur av 3. hvørjari deyðsvanlukku í ferðsluni, og vit hava neyvan orsøk at halda, at tað er munandi øðrvísi í Føroyum.

Gáloysni í ferðsluni er alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:

  • tosa í telefon ella skriva/lesa SMS
  • innstilla útvarp ella tónleik
  • taka okkurt upp av dúrkinum
  • eta, drekka ella roykja
  • hava tankarnar aðrastaðni

Vandin fyri vanlukku veksur munandi, tí tú reagerar seinni, eisini í óvæntaðum støðum, vísir Ferðslutrygd á í tíðindaskrivi, sum er sent út í sambandi við átakið.

- Gáar tú ikki um ferðsluna í fá sekund, kann tað til dømis hava við sær, at tú kemur í mótkoyrandi koyribreyt ella ikki gevur tær far um onnur í ferðsluni. Hesum vilja vit byrgja fyri við átakinum, “5 sekund = 111 metrar við 80 km/t”. 111 metrar er nevniliga teinurin, ið tú koyrir í blindum, um tú hyggur burtur í 5 sekund við 80 km/t. Endamálið er at fáa bilførarar at hugsavna seg um koyriuppgávuna og at minka um talið á vanlukkum orsakað av gáloysni, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Løgreglan ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er. Saman vilja Ráðið fyri Ferðslutrygd og løgreglan fyribyrgja óhappum og vanlukkum sum standast av gáloysni.