(Mynd: Jens Kr. Vang)

Fernando Santos følir seg væl fyrireikaðan og fer eftir sigrinum

Niels Petersen

09.10.2016 - 18:16

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Vit eru væl fyrireikaðir til dystin í annaðkvøld. Okkara mál er at náa HM í Russlandi í 2018, og vit ætla at vinna móti Føroyum. 

Soleiðis segði Fernando Santos, portugisiskur landsliðsvenjari, til tíðindafundin í dag.

Bæði venjarin og spælarin, Joao Moutinho, vístu á, at teir eru fullkomuliga klárir. til uppgávuna fyri framman.

- Føroyingar hava flutt seg rættuliga langt, men eg havi fylgt væl við, og analysera teirra dystir yvir longri tíðarskeið, og eg føli meg kláran til í annaðkvøld, segði Fernando Santos.