Tekning av nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík, sum eftir ætlan skal standa liðugt í 2019/20

Festivalur letur avlop til mentanarhús

Ingi Samuelsen

03.08.2016 - 09:24

Tíðindi > Norðoyggjar - Klaksvík

Avlopið av Summar Festivalinum í fjør er latið nýggja mentanarhúsinum, sum byggjast skal upp í verandi posthúsbygning í miðbýnum í Klaksvík

Grunnurin SF Music, sum skipar fyri Summar Festivalinum, hevði 290.000 krónur í avlopi í fjør. Tað, sum eftir var av avlopinum, tá ið skattur var goldin, er latið verkætlanini at byggja nýtt mentanarhús í Klaksvík, boðar festivalurin frá í tíðindaskrivi í dag.

Posthúsið í Klaksvík og økið rundan um skal gerast til stásiligt mentanarhús. Økið liggur beint við Vágsbø, har stóru konsertirnar á Summar Festivalinum verða hildnar. Fyri kortum fall avgerðin í arkitektakappingini at tekna nýggja mentanarhúsið, og vinnari gjørdist Ósbjørn Jacobsen Arkitektar. Nýggja mentanarhúsið skal standa liðugt í 2019/20.

- Vit eru fegin um, at vit við størsta mentanartiltakinum í býnum kunnu stuðla upp undir ætlanina at gera nýggja mentanarhúsið í býnum, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

Avgjørt er, at eisini møguligt avlop av Summar Festivalinum í ár, verður latið nýggja mentanarhúsinum og Atlantis.