Elin Reinert Planck. Mynd: Kvf.

Fifty Shades of Grey: - Vandin er at ung vaksa upp og halda at hatta er normalt

Hallur av Rana

12.02.2015 - 19:20

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

- Allarstørsti vandin í mínum eygum, er at ung vaksa upp og halda at hatta er normalt. Tey læra, at man hevur ikki havt sex, uttan man hongur frá eini ljósakrúnu, er bundin niður ella verður bukað. Tað er vandin.

Tað sigur Elin Reinert Planck, ið er dagligi leiðari í Kvinnuhúsinum, tá Portalurin spyr hana um filmin Fifty Shades of Grey, ið nú gongur sína sigursferð um allan heim.

Les eisini: Frumsýning í morgin: Fifty Shades of Grey

Men tað eru ikki øll, ið eru eins fegin um filmin. Marna Jacobsen, ið hevur sína egnu blogg, Egið rúm, heitir á fólk um ikki at fara til filmin, men heldur geva peningin til Kvinnuhúsið. Hon metir at filmurin eggjar til harðskap móti kvinnum.


Mynd úr filminum "Fifty Shades of Grey"

Les bloggin hjá Marnu her.

Í Kvinnuhúsinum fegnast tey yvir uppskotið hjá Marnu, tí eisini har, halda tey at boðskapurin hjá filminum eggjar til harðskap móti kvinnum.

- Eg havi ikki lisið bókina, ið filmurin er bygdur á. Men eg havi hugd at ymiskum kjakum og lisið nógv um tað. Sum eg skilji tað, so verða kvinnur niðurgjørdar og tað at kvinnur verða bukaðar verður romantiserað, sigur Elin Reinert Planck við Portalin.

Dagligi leiðarin vísur á, at Kvinnuhúsið árliga fær 600 áheitanir frá kvinnum, harav helmingurin er um harðskap. Tí er hon bangin fyri, at hesin filmurin kann skapa eina skeiva mynd av tí, ið kann væntast av einari kvinnu.

- Stórur partur av teimum harðsskapsmálum, ið Kvinnuhúsið veit um, er um kynsligan harðskap. Oftani er talan um kvinnur, ið verða noyddar at gera nakað, ið fer útum teirra egna mark, tí hin parturin ynskir at gera nakað kynsligt, ið fer yvir mark. Tað er slett ikki óvanligt og talan er oftani um ein makt faktor hjá manninum. Hann ynskir at tvinga hana at gera nakað, ið býður henni ímóti.

Sambært Elini Reinert Planck, so hevur hon ringt við at trúgva uppá, at kvinnur leggja kropp til tílíkt.

- Satt at siga, so hugsaði eg um den lykkelige luder, fyrstu ferð eg hoyrdi um bókina. Tað er uppáhaldið at kvinnur selja sín kropp av egnum fríum vilja. Tað er bara ikki veruleikin. Kanningar vísa, at 98 prosent av teimum, ið selja seg sjálvar, eru kvinnur, ið hava verið kynsligar misbrúktar. Tað er tað sama við hesum. Tað er ein øgiliga stórur partur av kvinnum, ið ikki av egnum vilja, leggja sín kropp til hetta. Ein øgiligur stórur partur av kvinnum verða útsett fyri kynsligum handlingum, ið tær ikki ynskja at taka lut í.