Fíggjarlógaruppskotið: Fleiri serlæknar setast



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

30.09.2016 - 15:24

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almannaverk og sosiala økið

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017 eru fimm mió. krónur settar av til at seta fleiri serlæknar í starv.

Hetta vísir Heilsu- og Innlendismálaráðið á í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, sigur í viðmerking hesum viðvíkjandi, at...

- Vit í samgonguni gjørdu longu í vár avtalu um at fáa til vega eina serstaka “pulju” til at fáa mannað fleiri sergreinar á sjúkrahúsunum. Í uppskotinum til fíggjarlóg, sum nú er borin í Løgtingið, gera vit álvara av ætlanunum og skjóta upp, at fimm mió. krónur eyka verða settar av til at seta serlæknar í starv.

Heilsu- og Innlendismálaráðið skrivar víðari í tíðindaskrivinum, at miðað verður eftir, at henda játtanin hækkar við fimm mió. aftrat árini 2018, 2019 og 2020, soleiðis at tað í 2020 verða setta 20 mió. krónur av til fleiri serlæknar og onnur heilsustarvsfólk.

Heilsu- og Innlendismálaráðið vísir harumframt á, at víst verður javnan á, at føroyska sjúkrahúsverkið tørvar fleiri serlæknar, og at í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið, ið varð handað landsstýriskvinnuni í Heilsu- og innlendismálum fyri summarfrítíðina. verður víst á, at føroyska sjúkrahúsverkið neyvan er burðardygt, uttan so at fleiri serlæknar verða settir í føst størv.

Samstundis verður í Menningarætlanini víst á, sambært Heilsu- og Innlendismálaráðnum, at ein serlækni í sjálvum sær er ikki nóg mikið at røkja eina sergrein. Onnur heilsustarvsfólk skulu eisini setast í starv.