Tá løgtingið fer í jólafrí verður Gleðilig jól sungin. Í nátt var einki undantak

Fíggjarlógin fyri 2018 endaliga samtykt

Sverri Egholm

20.12.2017 - 02:17

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgtingið samtykti í nátt endaliga fíggjarlógina fyri 2018, og løgtingið fer sostatt í jólafrí. Tað gjørdist seint, og klokkan var 02 áðrenn viðgerðin var liðug, og tá klokkan nærkaðist hálvgun trý áðrenn tingið slapp til hús.

Tey tíggju broytingaruppskotini, sum vóru frá andstøðulimunum fullu øll.

Broytingaruppskotið hjá somgongutinglimunum í fíggjarnevndini umframt Jógvani Skorheim í Sjálvstýri, varð samtykt við 19 fyri, 11 ímóti og tríggjar vóru blankar. 

Tað undrunarverda var tó, at tjóðveldistinglimurin, Pauli Trónd Petersen, ikki hevði skrivað undir broytingaruppskotið.

Fíggjarlógin 2018 varð samtykt soleiðis broytt við 26 fyri, eingin var ímóti og 7 atkvøður vóru blankar.

Sí eisini: Video: Heðin Mortensen hótti við at niðurleggja fundin