Filmsfelagið hjá Harvey Weinstein fer á húsagang

Ari av Rana

26.02.2018 - 17:17

Mentan > List > Filmslist

Keðiliga gongdina hjá Harvey Weinstein seinastu mánaðirnar, tykist ongan enda at fáa, nú filmsfelag hansara fer á húsagang.

Harvey Weinstein kom í trupulleikar, tá #metoo-rørslan byrjaði sum úrslit av ákærum um kynsliga ágangin hjá Weinstein móti ymiskum kvinnum, m.a. fleiri kendum sjónleikarum og øðrum kendum kvinnum.

Síðani tá hevur Weinstein mist eina rúgvu av arbeiði, og roynt hevur verið at selt stórar partar av filmsfelagnum til ein investorbólk. Tær royndirnar miseydnaðust fyri tveimum vikum síðani, og nú er bara eftir at arbeiða við gongdini móti húsagangi, skrivar BBC.

Weinstein er ákærdur fyri fleiri ferðir at hava gjørt seg kynsligan inn á kvinnur, m.a. neyðtøku, men hann noktar fyri at hava havt kynsliga samveru uttan samtykki. Ein borgaralig rættarsak koyrir móti felagnum hjá Weinstein, har Weinstein verður ákærdur fyri í áravís at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnur, sum starvaðust har, umframt at hava hótt starvsfólk við lívinum.