(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Filmssummarskúlin verður aftur í ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

06.06.2018 - 22:02

Mentan > List > Filmslist

Aftur í ár skipar Klippfisk fyri filmssummarskúlanum Nóllywood. Í ár verða umstøðurnar heilt serligar, tí nú vendir Nóllywood aftur til røturnar. Filmsskúlin verður nevniliga í Nólsoy.

Nóllywood er eitt filmsskeið fyri ung millum 14 og 18 ár, sum í ár verður hildið fyri níggjundu ferð. Luttakararnir búgva og arbeiða saman í eina heila viku, har tey fáa innlit í ástøði í filmsgerð og fáa møguleika at gera filmar í felag, skrivar Tórshavnar kommuna.

Nóllywood verður frá 1.-8. juli 2018.