Filmur: Asiatisku kvinnurnar funnu kærleikan í Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.02.2018 - 12:52

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Avstralska sjónvarpsstøðin SBS hevur framleitt ein film um asiatiskar kvinnur, ið eru fluttar til Føroyar fyri at finna kærleikan.

Tað er Bernadine Lim, ið hevur verið í Føroyum við einum sjónvarpsliði og framleitt ein fittan film, sum fortelur nakrar smásøgur um asiatiskar kvinnur og teirra føroysku menn. Um avbjóðingarnar, um mentanarmunirnar og um samanhaldið millum kvinnurnar.

Bernadine Lim er sjálv av fremmandum uppruna, uppvaksin sum einasta barn av sínum slag í lokalsamfelagnum, og hon hevur tí sera nógv í felag við føroysku Lenu Jacobsen, ið er fyrsta føroyska barnið við tailendskari mammu. Lena fortelur í filminum eisini frá sínum barndómi og hvussu tað var at leggja til merkis, at hon ikki var sum hini børnini í bygdini.

Filmurin fer lætt um tær neiligu síðurnar, sum kvinnurnar møta, eitt nú við at verða kallaðar ”e-bay-konur”.

Føroysku menninir í filminum tykjast vera ógvuliga glaðir fyri sínar konur – tær verða millum annað róstar fyri teirra góðu metgerð – men tað er eisini rættiliga skemtiligt at hitta føroyska mannin, ið als ikki dámar matin sum konan ger, men heldur vil hava siðbundnan føroyskan mat.

Filmurin kann síggjast her