Filmurin um djarvar línugangarar sæst nú á netinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.01.2018 - 07:02

Mentan >

Í fjør var ein bólkur av niðurlendskum ævintýrarum í Føroyum fyri at royna at ganga á línu ymsa staðni í føroysku bjørgunum, har slíkt ongantíð er roynt áður.

Teir spentu út línuna eitt nú á Trælanípuni og uppi á Sátuni. Og so fóru teir, berføttir, út á línuna fyri at royna at halda javnvágini, hóast vindurin í fleiri førum var so nógvur, at nógv sveiggj kom á línuna.

David Baird, Jonas Konijnenberg, Tom Peek og Yuri Rhodenborgh, høvdu ein trygdarenda á sær, so einki skuldi henda um teir mistu fótefetið heilt har úti í leysari luft. Kortini má sigast, at talan er um djarvar menn. So at siga bara menninir sjálvir vóru vitni til teirra roysnisverk, men eisini eitt filmslið, sum fylgdi teimum fýra. Og talan er um sera bergtakandi myndir av vøkru og kørgu føroysku náttúruni, má sigast.

Filmurin hjá Chris Eyre-Walker, ’Dreamwalkers’ er nú liðug, og liggur algongdur á netinum.

Sí eisini: Dreamwalkers – filmur um djarvar línugangarar í Føroyum