Filmurin Vetrarmorgun á heimsins størstu filmsstevnu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Leif Láadal

08.01.2014 - 21:00

Mentan > List > Filmslist

Nýggjasti stuttfilmurin hjá Sakarisi Stórá, Vetrarmorgun, er boðin við til Berlin á filmsstevnu, sum verður frá 6 til 16 februar. Sostatt verður fyrsta altjóða frumsýningin av filminum á eini tí mætastu filmsstevnuni í heiminum, “Berlinaluni”.

Her skal Vetrarmorgun taka lut í kapping um tvær ymiskar virðislønir, umframt at fyrireikarnir hava boðið leikstjóranum til Berlin at greiða frá filmsverkinum.

Filmsstevnan í Berlin verður roknað millum týdningarmestu stevnurnar í heiminum, ájavnt við ta í Cannes.Í fjør vóru 124 lond umboðað á stevnuni, og meiri enn 300.000 atgongumerki seld.

(Tíðindaskriv sent til redaktion@knassar.fo - stytt/red.)