Filmurin Zacharias verður nú vístur í Løkshøll



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

14.05.2018 - 07:52

Mentan > List > Filmslist

Filmurin “ZACHARIAS”, sum Teitur Árnason hevur gjørt, varð frumsýndur ífullsettari høll í Filmsfelagnum í Havnar bio 11. apríl. Tilsamans varð hann sýndur seytjan ferðir. Í Klaksvík hevur hann verið sýndur í Atlantis bio fimm ferðir.

Nú verður hann settur á skrá í Løkshøll í Runavík.

Zacharias var úr Hattarvík, borin til garðin Uttarstovu niðri í Húsi. Á ungum árumsigldi hann við klaksvíksskipum: “Fugloynni”, “Polarstjørnuni”, “Esther”, “Eystnesi”, “Klakki” og “Jákupi B”. Hann driftaði eisini útróðrarbátin “Hvíthamar”. Seinast í 1980-unum festi hann í Fugloy og búði og virkaði har, til hann doyði á sumri í 2016.

Filmurin verður sýndur:

Hóskvøldið 17. mai kl. 20.

Leygarkvøldið 19. mai kl. 20.

Sunnudagin 20. mai kl. 16.

Atgongumerki til sýningarnar fáast her.

Sagt um filmin:

Heðin M. Klein, lærari og høvundur:

“Filmurin hevur eitt stillført stórbæri yvir sær, sum listin fær, tá ið hon verður autentisk og ektað. Byrjanin og endin settu alt í eitt genialt perspektiv.”

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík:

“Í kvøld var ein fullsett høll í Havnar Bio vælsignað við kykmyndini "Zacharias". Spenningurin var sum altíð løddur við ravmagni frammanundan einari frumframsýning. Kruse hevði í Útvarpinum tosað um kontemplativt mindfullness. Innhugsni. Mær kom til hugs hin gamla mannin og havið hjá Ernest Hemingway. Menniskjað sum livir í pakt við natúruna, fult og heilt. Eplini, fleygastongin, lundarnir, stikið, taljan, hundurin, fetilin, byrðan, traktorurin, útróðurin. Skipslívið, og søgan um tá ið Joensen & Olsen sluppin, í kolandi stormi norðanfyri, skrædnaði um skanndekkið, allar stútturnar fóru, og hesin 16 ára gamli drongurin úr Hattarvík og skipsfelagar hansara hildu henni lens við pumpum og margarini.

Kykmyndin kann møguliga beskrivast, tað eri eg ikki førur fyri, heldur vil eg siga, at hon skal upplivast. Eftir at hava akað í ein tíma inn á Langanes aftur, við Bob Dylan í kraftblokkinum, melur hon enn í høvdinum, og tað fer hon ivaleyst at gera í nakrar dagar afturat - ella kanska líka leingi sum “Burturhugur” hevur gjørt mær mun.”

Høgni Djurhuus, útvarpsmaður og bloggari:

“Zacharias og hundurin. Teir sita har báðir í gamla lastbilinum, sum ikki vil starta. Gloymi ongantíð ta upptøkuna. Eingin øsing, bara tol. Hann startar, fyrr ella seinni. Og tað ger hann, lastbilurin við nýlødda akkumulatorinum fastspentum. Frálík løta.

Hetta er alt so slow, so slow, men kortini gevur hesin stívi tímin, filmurin um Zacharias varar, tær nógvar tímar av upplýsing og lívsvísdómi. Nógvar tímar at hugsa.”

Jórun í Dali, arkitektur:

“Eg haldi, at filmurin er ein flott lýsing av lívinum úti í Fugloy frá 1940 til 2016. Filmurin er bæði ein samfelagslýsing og ein personslýsing, sum fer at hava varandi virði.”