Myndir: Fimleikararnir við í fleiri finalum

Ingi Samuelsen

29.06.2017 - 00:53

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Aron Jacobsen, sum luttók í øllum innleiðandi kappingunum í fimleikarhøllini í dag, og vann silvur, megnaði eisini at kvalifisera seg til ikki færri enn fimm finalum.

Føroyingar eru við í øllum seks finalunum hjá monnunum, meðan kvinnurnar eru við í trimum av fýra finalum.

Finalurnar verða fríggjadagin:

Gólv menn: Bogi Berg og Aron Jacobsen
Gólv kvinnur: Christina T. Arge og Rebekka I. Rein

Lop menn: Bogi Berg og Chistopher Klevang
Lop kvinnur: Elsbet L. Dalbø og Marý Petersen

Rekk, menn: Hjálmar A. Dalsgarð og Aron Jacobsen
Forskotin barr, kvinnur: Marý Petersen

Barr, menn: Aron Jacobsen og Christopher Klevant
Biti, kvinnur: (Ongin føroysk luttøka)

Ringar, menn: Bogi Berg og Aron Jacobsen
Beinsveiggj, menn: Aron Jacobsen