Bogi Berg - her í ringunum - vann gull í lopi

Fimleikur: Bogi vann gull til Føroyar

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 13:07

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Tað gjørdist enn ein góður dagur hjá føroyingunum í fimleikahøllini í Visby í dag.

Hesaferð var talan um einstaklingakappingina í teimum ymsu amboðunum, og bert átta fimleikar, hægst tveir úr hvørjum landi, sluppu við í finalurnar.

Úrtøkan gjørdist átta heiðursmerki, sjey hjá monnum og eitt hjá kvinnum. Ein var úr gulli, fimm úr silvuri og trý úr bronsu.

Tað var Bogi Berg, sum vann gullheiðursmerkið í lopi.

Gav Djóna finaluplássið
Stóra samrøðuevnið hjá føroyingunum annars var í ringunum, har tað var rættiliga breið semja um, at Djóni Sakarisson, sum fyrr í vikuni vann gull, var ov hart dømdur fyrradagin, tá hann ikki slapp í finaluna.

Men Aron Jacobsen, sum slapp í finaluna, lat plássið frá sær – hann luttók í fleiri finalum – so at Djóni skuldi fáa ein møguleika afturat. Tí Aron var realistiskur og visti, at hann ikki hevði møguleika at koma upp á tal til heiðursmerki her, meðan Djóni átti at kunna vera við í kappingini.

Og tað eydnaðist. Djóni vann silvur, bert sligin av sera dugnaliga Daniel Lee av Jersey, sum var stóri sigursharrin hjá fimleikarunum og vann seks gullheiðursmerki tilsamans.

Føroysku úrslitini í fimleikahøllini í dag:

Paralell barr:
Silvur: Aron Jacobsen
Nr. 4: Christopher Klevang

Ringar, menn:
Silvur: Djóni Sakarisson
Nr. 5: Bogi Berg

Beinsveiggj, menn:
Silvur: Aron Jacobsen

Forskotin barr, kvinnur:
Nr. 7: Marý Petersen

Rekk, menn:
Silvur: Hjálmar A. Dalsgarð
Nr. 4: Aron Jacobsen

Lop, menn:
Gull: Bogi Berg
Bronsa: Christopher Klevang

Lop, kvinnur:
Bronsa: Marý Petersen
Nr. 8: Elsbet L. Dalbø

Gólv, menn:
Silvur: Bogi Berg
Bronsa: Aron Jacobsen

Gólv, kvinnur:
Nr. 7 Christina T. Arge
Nr. 8 Rebekka I. Rein

(Grein rættað kl. 20.30)