Mynd: EPA

Fimm bumbur funnar í New Jersey

Jens Hákun Leo

19.09.2016 - 08:20

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Fimm bumbur vórðu í gjárkvøldið funnar tætt við Elizabeth metrostøðina í New Jersey, sum liggur beint uttanfyri New York City.

Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar í morgun.

Ein av bumbunum brast, tá ið FBI royndi at avmontera hana við einum robotti, ið vanliga verður nýttur til slík høvi. Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.

Tað var um hálvgum nýggju tíðina í gjárkvøldið, lokala tíð, at tveir menn ringdu til løregluna á staðnum og boðaðu henni frá, at teir høvdu sæð eitthvørt illgrunasamt, ið møguliga kundi vera ein bumba.

Christan Bollwage, borgarstjórin í Elisabeth í New Jersey, sigur, at løðingarnar vóru so mikið sterkar, at nógv fólk høvdu fingið skaða, um bumban brast.

Øll tokferðsla ímillum Newark Liberty flogvøllin og Elizabeth varð steðgað, meðan avmonteringin fór fram, og somuleiðis vórðu eisini Amtrak tok ávegis til New Jersey hildin aftur í New York City.

Eingin fólkaskaði stóðst av teimum fimm bumbunum.