Mynd: EPA

Fimm dystir í Premier League í dag

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

13.05.2017 - 12:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í dag verða fimm dystir leiktir í Premier League. Fyrsti dysturin byrjar klokkan 12.30, tá Manchester City og Leicester City møtast á City of Manchester Stadium.

Ein annar áhugaverdur dystur byrjar klokkan 17.30, tá Stoke City tekur móti Arsenal.

Um Manchester City og Arsenal vinna sínar dystir í dag, leggur tað trýst á Liverpool at vinna sín dyst móti West Ham United í morgin. Manchester City, Arsenal og Liverpool kappast nevnliga um 3. og 4. plássið og luttøku í Champions League komandi kappingarár.

Tríggir dystir byrja klokkan trý, eitt nú dysturin millum Sunderland og Swansea. Swansea berjist fyri at varðveita pláss í Premier League komandi kappingarár.

Um Crystal Palace vinnur sín dyst í morgin móti Hull City, varðveita teir plássið í Premier League komandi kappingarár. Hinvegin um Swansea vinnur í dag, og Hull City vinnur á Crystal Palace í morgin, er bert eitt stig, ið skilir nummar 16 og 18. Tískil kann spenningurin um, hvat lið verður verandi í bestu ensku deildina, og hvat flytur niður, varðveitast til seinasta umfar.