Fimm heiðursmerki til bogaskjúttarnar í dag

Ingi Samuelsen

28.06.2017 - 17:39

Ítróttur > Ítróttur > Bogaskjóting

Tað hevur aftur verið ein góður dagur hjá bogaskjúttunum á oyggjaleikunum. Í dag var head-to-head kapping – tað er ein cup-kapping, har skjúttarnir skjóta móti hvørjum øðrum, til bert tveir eru eftir í finaluni.

Anja Eydnudóttir er tann stóri siggrarin hesaferð. Anja, ið skjýtur compound vann sítt fjórða gullheiðursmerki á oyggjaleikunum í ár.

Í spennandi finaluni vann hon eftir umskjóting á eini kvinnu av Guernsey.

Í compound-harrunum vann Albert E. Dam gull og Nikkel Petersen bronsu.

Albert vann allar sínar dystir í dag, móti Nikkel Petersen í semifinaluni og móti einum gotlendingi 137-135 í finaluni. Nikkel vann móti einum av Guernsey í bronsufinaluni.

Í recurve head-to-head fekk Absalon Hansen silvur og Oddmar Nielsen bronsu.

Teir báðir møttust móti hvørjum øðrum í seimifinaluni. Absalon Hansen vann, men tapti móti einum skjútta av Menorca í finaluni. Oddmar Nielsen vann bronsufinaluna móti einum gotlendingi.

(rættað 19.44)