Fimm nýggj feløg sett á stovn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.02.2018 - 10:42

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

Í síðstu viku vóru trý nýggj feløg skrásett. Tað skrivar Business Line.

Sp/f LES hevur til endamáls at keypa, eiga, reka og útleiga fasta ogn umframt annað virksemi í hesum sambandi. Stjóri í felagnum er Henny Nolsøe.

Sp/f Garðurin undir Stórheygum er felag skrásett í Klaksvíkar kommunu, hvørs endamál er at reka virksemi við landbúnað, ferðavinnu, handil og tænastu umframt annað virksemi í hesum sambandi. Stjóri í felagnum er Jógvan Kristin Olsen.

Sp/f FRP 9 hevur til endamál at reka fastogn og annað virksemi í hesum sambandi. Stjóri í felagnum er Regin Mikkelsen.

ÍVF Tora Tourist er felag skrásett í Tórshavnar kommunu, hvørs endamál er at reka virksemi innan ferðavinnu, handil keyp og sølu í hesum sambandi. Stjóri í felagnum er Regin Bláhamar.

ÍVF Nýbygging, við hjánavninum ÍVF ZB Grevstur, er felag, hvørs endamál er at innflyta og selja elementir og at veita handverk, maskingrevstur, asfaltering og annað starv í hesum samband. Stjórar í felagnum eru Zacharias í Gong og Bárður Jann í Gong.