H71 er í heili 9 útav 12 finalum hetta vikuskifti.


(Mynd: Sverri Egholm)

Finalistar og tíðir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

14.02.2018 - 08:40

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

12 finalur uppá 2 dagar. Nýggja høllin á Hálsi verður karmur um eitt stórt hondbóltsvikuskifti. Leygardagin eru tað tey vaksnu og tey elstu í ungdómsdeildinum, ið kappast um at vinna Faxe Kondi kappingina. Sunnudagin eru tað so tær yngru deildirnar - heilt niður í U10, ið skulu royna seg.

HSF skrivar: 

Leygardagin og sunnudagin er stóra finaluvikuskiftið í hondbólti, har stór sum smá hittast í finalu um at gerast meistari í Faxe Kondi kappingni 2018.

Her eru finalistarnir og finalutíðirnar:

Leygardagur 17. februar
Kvinnur kl. 13.30 Kyndil – VÍF
Menn kl 16.00 Kyndil – H71
G18 kl. 18.00 Neistin – H71
D18 kl. 19.30 Neistin – H71

Sunnudagur 18. februar
G10 kl. 12.50 Kyndil – VÍF
D10 kl. 13.30 Neistin – VÍF
G12 kl. 14.10 H71 – STÍF
D12 kl. 15.00 H71 – VÍF
G14 kl. 15.50 H71 – Neistin
D14 kl. 16.50 H71 – Kyndil/ÍA
G16 kl. 17.50 H71 – Neistin
D16 kl. 19.25 H71 – Neistin