Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Fingið bjóðað borgarstjórasessin: Halda fast um avtaluna

Sverri Egholm

18.12.2016 - 18:26

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur eftir øllum at døma ikki givið upp enn. Hann hevur bjóðað bæði Boga Andreasen úr Fólkaflokkinum og Gunvør Balle úr Tjóðveldi at gerast borgarstjóri.

Men tey ætla sær ikki at leypa frá avtaluni, sum er gjørd í millum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Framsókn. Avtalan er, at Annika Olsen verður borgarstjóri og Gunvør Balle varaborgarstjóri.

- Vit arbeiða saman um eitt samgonguskjal, sum so at siga er liðugt, og vit ætla okkum til verka fyrst í januar. Vit fara ikki frá nakrari avtalu, segði Gunvør Balle við Kringvarpið í dag.

Hon heldur tó ikki, at tilboðið frá sitandi borgarstjóranum er serliga reelt.

-Eg trúgvi ikki ordiligt uppá tað. Tað snýr seg um at seta kílar í tað samstarvið, vit eru í gongd við.

Spurd um hon hevði tikið av, hevði tað verið ein reellur møguleiki, sigur Gunvør Balle, at hon ikki hevði kunnað liva við at farið frá avtaluni, sum hon hevur gjørt við Fólkaflokkin og Framsókn.

Nýggja býráðið er enn endaliga ikki skipað, men tað verður helst ikkki fyrr enn millum jól og nýggjár.