(Myndir: Eilif Jógvansson)

Fingu nógv fleiri uppgávur enn upprunaliga ætlað

Ingi Samuelsen

20.09.2014 - 02:17

Oljan > Olja > Frálandavinna

- Tað at nógv meira arbeiði nú verður gjørt hjá okkum enn upprunaliga ætlað, er sjálvandi eitt herðaklapp til okkum í Mest og Pam Offshore, og hetta fara vit sjálvandi at brúka í okkara framtíðar royndum at skaffa fleiri uppgávur av slíkum slag.

Soleiðis sigur Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni Mest, har tað í løtuni verður arbeitt kring allan sólarringin upp á stóru uppgávuna at umvæla stóra boripallin West Hercules á Skálafjørðinum.

Tað er nú gingin ein mánaði síðani West Hercules kom at landi, og upprunaliga var talan bara um at umvæla sokallaðu trustararnar, eitt arbeiði, ið varð væntað at taka umleið tríggjar vikur. Men síðan hevur føroyska skipasmiðjan fingið alt fleiri uppgávur at gera.

- Vit gera umfatandi stálarbeiði nú – nøkur serlig rør, sum tað als ikki var ætlanin av fyrstan tíð. Hetta kunnu vit ikki taka sum annað, enn at eigararnir av West Hercules hava álit á okkum, sigur Mouritz Mohr.

Hann letur sera væl at arbeiðsgongdini.

- Tað fungerar væl, haldi eg. Og vit kunnu staðfesta, at Skálafjørðurin er serdeilis vælegnaður til endamálið. Har er ongin streymur og eingin munur á flóð og fjørðu. West Hercules liggur sum stoyptur, og tað ger arbeiðið lættari hjá okkum.

Umleið 100 fólk eru knýtt at arbeiðsuppgávuni at umvæla West Hercules. Harafturat koma so allar uppgávurnar, sum eru knýttar at arbeiðinum.

Nær West Hercules hálar akkerini upp og leggur leiðina víðari til Ný Foundlands kann skipasmiðjustjórin ikki siga.

- Eigararnir vilja ikki hava, at vit upplýsa um nær pallurin fer avstað, so tað fái eg ikki sagt. Men tey avgera sjálvi nær tey velja at sigla, sigur Mouritz Mohr.

Myndirnar tók Eilif Jógvanson týsdagin á Skála, har Eyðun á Hálvmørk og Finnbogi Hellisfoss arbeiddu við at dreyga serligu rørini til West Hercules. Deilirnir, ið verða framleiddir á Skála, verða sigldir út á boripallin við sleiparanum Eide Rex.